Sleppa ikki í trappuna á ólavsøku

Tíðarætlanin heldur ikki - men tað er ikki arbeiðsfólkið, sum hevur skyldina

 

Tað er nú greitt, at tað verður ikki í nógv umrøddu uppihaldstrappuni í Vágsbotni, at fólk sleppa at sita og hugna sær við gittara og sangi á ólavsøku.

 

Uppihaldstrappan skuldi annars vera partvís liðug, tá ið Voxbotn-tónleikatiltakið var síðst í juni, men tað varð av ongum.

 

Og trappan skuldi vera heilt liðug á ólavsøku, tá ið hon skuldi vera eitt av stóru savningarstøðunum, men nú er tað eisini greitt, at heldur ikki tað verður av nøkrum.

 

Og sum støðan er nú, ber ikki til at siga, nær trappan verður liðug.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Trónd Sigðursson, formann í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, greiða frá, hví trappan ikki er liðug, sum ætlað.