Tað eru ongar ætlanir um at broyta skipanina, sum nú er.
Tað sigur Kristina Háfos, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Rani Andrasson Skaalum, sum hevur verið á løgtingi sum varamaður fyri Miðflokkin sum varamaður fyri Jenis av Rana, hevur spurt landsstýriskvinnuna um ætlanin er broyta viðurskiftini hjá øllum teimum, sum hjálpa ítróttarfeløgum kring landið.
Sum støðan er nú, kunnu tey fáa eina samsýning upp á 30.000 krónur um árið, skattafrítt fyri at hjálpa til, men fer inntøkan upp um markið, verður øll inntøkan skattað, ikki bara tann parturin, sum fer upp um 30.000 krónur.
Rani Andrasson Skaalum heldur, at hetta ger tað óneyðuga tvørligt hjá ítróttarfeløgum at fáa dómarar, linjuverjar, ella onnur hjálparfólk.
Tí vil hann hava, at tað framvegis skal vera so, at tey skulu kunna fáa 30.000 krónur í løn, skattafrítt, men at tað, sum fer upp um, skal skal so skattast sum vanlig inntøka.
Les eisini: Tað skal vera lættari hjá ítróttarfeløgum
Kristina Háfoss sigur, at orsøkin til at skipanin er soleiðis, at alt verður skattað tí ið inntøkan fer upp um 30.000 krónur, er fyri at tryggja, at tað bara er inntøka av frítíðarvirksemi, sum er skattafrí.
– Gerst upphæddin ov stór, má metast, at talan er um fólk, sum hava ítróttin sum vinnuveg, og tey eiga at verða skattað á jøvnum føti við aðrar skattgjaldarar, sigur Kristina Háfoss.
– Varð skipanin broytt soleiðis, sum løgtingsmaðurin vísur á, gjørdist talan um ein vanliga skattafrádrátt til fólk ið arbeiða fyri ítróttin í Føroyum, eisini til tey, sum hava ítróttin sum vinnuveg, og tað er ikki endamálið, sigur hon.
Og tí er heldur ongin ætlan um at broyta skipanina, sum nú er galdandi, staðfestir hon.