Sleppa ikki longur at vitja sjúklingar á tveimum sjúkrahúsum

Í Suðuroy er einki korona, so enn er Suðuroyar Sjúkrahús ikki rakt av tiltøkum

Nú fleiri føroyingar aftur hava fingið koronu, og nógv fólk er væntandi heim til jólar, hava sjúkrahúsini gjørt av at binda um heilan fingur. Sostatt er avgerð tikin um, at fólk sleppa ikki longur at vitja sjúklingar á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Men eru serligar umstøður sum tala fyri, at ein sjúklingur fær vitjan, skal hetta avtalast við deildina.Nýggju reglurnar koma í gildi beinanvegin og eru fyribils galdandi í tvær vikur, sigur Sjúkrahúsverkið í eini fráboðan í dag.

Eingin koronusmitta er í Suðuroynni í løtuni og tí kunnu avvarðandi og onnur framvegis vitja sjúklingar á Suðuroyar sjúkrahúsið, verður lagt afturat