Sleppa ikki í skúla í niqab

Lærarar á Århus Akademi vilja ikki góðtaka, at ein kvinna, sum er næmingur har, kom í skúla í gjár í tí muslimska niqab-búnanum, sum fjalir at kalla alt andlitið.

Hans Christian Risgaard, sum er rektari á Århus Akademi, sigur við danska kringvarpið, at lærararnir vilja ikki hava næmingar, sum teir ikki síggja.

Sum er hevur Århus Akademi onga reglu, sum bannar muslimskum kvinnum at koma í skúla í niqab, men reglurnar verða broyttar, soleiðis at aftan á 1.

januar sleppa næmingarnir ikki at vera í nøkrum, sum fjalir andlitið.

Hans Christian Risgaard sigur, at hann hevur tosað við kvinnuna, sum kom í skúla í niqab í gjár, og at hon fer at virða forboðið, sum kemur á nýggjárinum. Men til ta tíð kemur hon í skúla í niqab.

850 næmingar eru á Århus Akademi.