Sleppa ikki undan at siga fólki upp

Vit høvdu ynskt, at hetta ikki var neyðugt, men vit sleppa ikki undan, at neyðugt verður at siga fólk úr starvi, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways

Føroyska flogfelagið fer at siga 90 av teimum 240 starvsfólkunum hjá felagnum úr starvi. Tað boðaði felagið frá fyrr í dag. Uppsøgnirnar vera galdandi frá síðst í hesum mánaðinum.

– Tað er torført at gera nakrar metingar fyri framtíðina. Tað er avgerandi, bæði hvat bæði føroyskir myndugleikar siga, og hvat útlendskir myndugleikar siga, sigur Jóhanna á Bergi.

Starvsfólkini, ið missa arbeiðið, hava frá einum upp í seks mánaðir uppsagnartíð. Hon avvísir ikki, at onkur av teimum kann koma aftur í starv, um gongd kemur á flúgvingina aftur.

– Vit vóna at koma í gongd aftur skjótt, men vit vita ikki nær. Hetta er neyðugt at gera, fyri at vit kunnu vera kappingarfør, sigur Jóhanna á Bergi.

Lurtið eftir allari samrøðuni, sum Árni Gregersen hevði við Jóhannu á Bergi í tíðindasendingini á FM 1.

##med2##