Sleppa ikki undan gjaldinum til Heilsutrygd

Tað er nú greitt, at gjaldið til Heilsutrygd verður ikki lagt undir skattin 1. januar, soleiðis sum ætlanin var.

Tað staðfesti Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum í Løgtinginum í morgun.

Tað vóru Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen, sum vildu hava at vita, hvussu verður við gjaldinum til Heilsutrygd og teir staðfestu, at verður gjaldið lagt undir skattin, sum ætlað, hevðu tað verði ein munandi fíggjarligur lætti.

Karsten Hansen segði, at gjaldið verður sum nú í eitt ár afturat, tí sum støðan er, eru ikki ráð til at minka inntøkurnar hjá landskassanum yvir 100 milliónir.

Men samgongan arbeiðir við ein skipan, sum er samhaldsfast.

Men floksfelagi hansara, Jenis av Rana staðfestir, gjaldið verður ikki lagt undir skattin, men at ein samhaldsføst skipan skal gerast.

Karsten Hansen sigur, at hann fer at tryggja, at vit frá 1. januar fáa eina skipan, sum allir føroyingar fara at fegnast um.

- Hon skal vera munandi betri, enn tann, sum er í dag, legði hann afturat.

Tað var tó ikki upplýst meiri

Aksel V. Johannesen staðfesti, at Løgtingið hevur longu samtykt, at Heilsutrygdargjaldið skal avtakast, so tað er burtur á nýggjárinum.