Sleppa málinum móti hollendskum Eurovision-luttakara

Kanningin er niðurløgd í málinum móti Joost Klein viðvíkjandi møguligum hóttanum undir Eurovision í Malmø í vár.

Joost Klein er fyrsti finalisturin nakrantíð, sum er útihýstur úr Eurovision. (Savnsmynd). - Mynd: Jessica Gow/TT/Ritzau Scanpix

Svenska løgreglan hevur avgjørt at sleppa kanningararbeiðinum í einum máli móti hollendska Eurovision-luttakaranum Joost Klein.

Tað upplýsir svenska ákæruvaldið í tíðindaskrivi sambært tíðindastovuni TT.

Joost Klein varð diskvalifiseraður í Eurovision bert fáar tímar undan finaluni, sum varð hildin í suðursvenska býnum Malmö í vár.

Her var grundgevingin, at svenska løgreglan kannaði eina klagu frá einum kvinnuligum starvsfólki frá Eurovision-framleiðsluni.

Seinni kom fram, at kæran snúði seg um hóttanir móti einum fotografi.

– Eg havi í dag lagt niður kanningararbeiðið, tí eg kann ikki prógva, at gerðin var elvdi til ótta, ella at maðurin hevði slíka ætlan, sigur yvirákærin Fredrik Jönsson í fráboðanini.

Løgreglan er undir kanningini komin til ta niðurstøðu, at Joost Klein gjørdi eina brádliga rørslu og í tí sambandi rakti myndatólið hjá einum kvinnuligum fotografi.

Raðfylgjan av hendingum var rættiliga stutt og hevur verið ymiskt fatað av teimum ymsu vitnunum, upplýsir ákæruvaldið.

Joost Klein megnaði at framføra í hálvfinaluni í Eurovision 9. mai og spældi seg víðari til finaluna 11. mai.

Eftir at hann varð diskvalifiseraður, segði advokaturin hjá honum, Jan-Åke Fält, at fráboðanin um hóttanir stavar frá einum innslagi, har Joost Klein trýsti myndatólið hjá einum myndamanni.

Tað hendi - sambært advokatinum - tí sangarin vildi ikki verða filmaður uttan fyri pallin.

Áðrenn hetta hevði Joost Klein eftir øllum at døma biðið myndafólki um ikki at filma hann.

Joost Klein er fyrsti finalistur nakrantíð, sum er diskvalifiseraður í Eurovision, eftir at sangkappingin er byrjað.

Hann skuldi umboða Holland í finaluni við nummarinum "Europapa".

Vinnarin av ársins Eurovision gjørdist sveisiski Nemo, sum framførdi á pallinum í Suðursvøríki við sanginum "The Code".

 

/ritzau/

 

Joost Klein er fyrsti finalisturin nakrantíð, sum er útihýstur úr Eurovision. (Savnsmynd). - Mynd: Jessica Gow/TT/Ritzau Scanpix