Fleiri túsund japanskir bóndur og fiskimenn, sum fingu boð um at flyta úr økinum við Fukushima-kjarnorkuverkið, sleppa neyvan heimaftur. Óhappið á kjarnorkuverkinum er tann ringasta kjarnorkuvanlukkan tey seinastu 25 árini, og enn er langt á mál, áðrenn kreppan er av.
-Okkara størsti trupulleiki júst nú er at greiða teimum burturfluttu frá, at tey sleppa ikki heimaftur. Harafturat er tað so, at fólk vilja ikki trúgva veruleikanum, sigur Tomo Honda, sum situr í tí lokala tinginum í Fukushima.
Umleið 70.000 fólk, sum búðu minni enn 20 kilometrar frá kjarnorkuverkinum, vórðu flutt haðani. Onnur 130.000, sum búgva millum 20 og 30 kilometrar frá verkinum, hava fingið boð um at flyta ella at halda seg innandura.
Japanska stjórnin og serfrøðingar hennara hava avsannað, at tað ber til at samanbera Fukushima-óhappið við Tjernobyl-óhappið í 1986. Men óheftir serfrøðingar siga, at tað slepst ikki undan samanberingini. Teir vísa á, at við Tjernobyl vórðu øll, sum búðu minni enn 30 kilometrar frá verkinum, flutt burtur, og at tey flestu vendu ongantíð heimaftur.