Sleppa nú at løða elbilar mitt í hjartanum í Havn

Og seinni verður farið á flogvøllin, í Eysturoy, í Sandoy og í Suðuroy

Beint fyri jól varð gjørdu klaksvíkingar nógv burtur úr, at Sev settu fyrstu løðistøðina til elbilar upp í Klaksvík.

Men Bogi Andreasen, næstformaður í nevndini fyri Sev, sigur, at í næstum verður eisini ein løðistøð sett upp í Havn, og hon verður sett upp á Kongabrúnni.

Men næstformaðurin leggur afturat, at í fyrstu atløgu er síðani ætlanin at seta løðistøðir upp á Flogvøllinum, í Eysturoynni, í Sandoynni og í Suðuroy.

Løðistøðirnar, talan er um at seta upp, eru snarløðistøðir, sum løða ein elbil upp á 80 prosent eftir 20 minuttum og tað er nógv skjótari, enn tær eldru løðistøðirnar.

Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, sigur, at fyristingarliga tekur tað eitt sindur av tíð at fáa øll tey neyðugu loyvini avgreidd, men endamálið er, at Sev skal hava sett løðistøðir til elbilar upp kring alt landið.   

Hann væntar ikki, at tær fara at verða so nógv brúktar við tað fyrsta, tí sum heild væntar hann, at tey, sum hava, ella fáa sær elbil, fara at løða teir heima um náttina.

Men løðistøðirnar verða so ein trygd fyri at kunna løða bilin upp ymsa staðni í landinum, og sostatt at fáa fríaro frælsi til at brúka bilin.

Hann sigur, at løðistøðirnar verða eisini hentar hjá ferðafólki, sum koma higar við elbili.

- Seinasta summar fingu vit nakrar fyrispurningar frá ferðafólki, sum vóru komin til Føroya við elbili, men sum ikki funnu nakra løðistøð, men hereftir fáa vit so løðistøðir at vísa teimum á, sigur hann.

Hann leggur afturat, at tá ið fyrsta løðistøðin varð sett upp í Klaksvík, sendi Sev Klaksvíkar Kommunu, Tórshavnar Kommunu, og flogvøllinum, fyrispurning ísenn, og har vóru klaksvíkingar nógv skjótastir at gera vart við seg, og tí varð støðin sett upp har.