Komandi dagarnar verður nakað av vindi, men vit sleppa undan kuldanum, sambært donsku veðurstovuni DMI.
Í morgin verður nakað av vindi - 10 - 15 m/s, og tað verður skíggjað og regn. Hitin allan morgin millum 7 og 10 stig.
Mánadagin verður 5-10 m/s, sum seinni veksur til 10-15 m/s og í støðum upp til 18 m/s. Tað verður skíggjað og regn og hitin um 10 stig, um náttina um 5 stig.
Týsdagin eisini nakað av vindi 13 - 18 m/s, og hitin millum 5 og 9 stig. Mikudagin somuleiðis nakað av vindi men mikunáttina minkar hann vindin. Regn og hitin millum 4 og 8 stig, um náttina nærkast frostmarkinum.
Hósdagin kunnu vit eisini vænta okkum æl og nakað av vindi, og hitin millum 2 og7 stig.