Við at umskipa felagsformin til vælgerandi grunn, sleppur G!-festivalurin undan at rinda meirvirðisgjald. Tað broytir nógv um fíggjarligu fortreytirnar fyri G!-festivalinum, at hesin nú er umskipaður til vælgerandi grunn.
Við hesum skal G! nevnliga ikki longur mvg av atgongumerkjasøluni, og tað er ein postur, sum bæði G! og SummarFestivalurin fyrr hava sagt tyngir raksturin.
Hetta er ein leistur, sum hevur verið nógv brúktur uttanlands. Millum annað í Horsens, har tey í fleiri ár fyriskipaðu rimmar konsertir.
Ein treyt fyri hesum er tó, at avroknað verður til vælgerandi endamál fyri hvørt tiltak sær. Til ber soleiðis ikki at brúka yvirskot til at rinda møguliga gomul hall við, áðrenn yvirskotið verður latið vælgerandi endamálinum.