Ein russiskur sjómaður, er nú útvístur úr Føroyum í eitt ár, umframt at hann hevur fingið 1000 krónur í bót.
Tað var avleiðingin av, at hann, og ein skipsfelagið vóru runt í Klaksvík týsnáttina, har teir høvdu stolið seks súkklur.
Tað var týsnáttina, at løgreglan í Klaksvík tók tveir russiskar sjómenn, sum høvdu verið ymsastaðni í býnum, har teir høvdu stolið tilsamans seks súkklur. Teir vóru við einum skipi, sum lá við bryggju.
Málið hjá øðrum russaranum er avgreitt og hann fær 1000 krónur í bót og verður vístur úr Føroyum í eitt ár. Samstundis arbeiðis løgreglan framvegis við málinum viðvíkjandi hinum russaranum.
Annars hava tey, sum áttu tær seks súkklurnar, sum vórðu stolnar, fingið tær aftur.