Sleppur ikki at broyta aldur

Rætturin hevur sagt úrskurð í málinum um 69 ára gamla hálendingin

69 ára gamli hálendingurin Emile Ratelband fær ikki loyvi at løgfrøðiliga broyta sín aldur, hóast hann heldur uppá, at hann følir seg sum ein 49 ára gamlan. Tað skrivar bretski miðilin the Guardian.


Tað er dómstólurin í hollendska býnum Arnhem, ið hevur sagt úrskurð í málinum, ið hevur vakt ans um allan heim.


Emile Ratelband hevur áður greitt frá, at hann ynskti at fáa løgfrøðiliga broytt sín aldur, tí hansara føðidag endurspeglaði ikki hansara kensluliga støði og elvdi til trupulleikar í samband við arbeiði og jagstranini eftir kærleika.


Hann vísti eisini á, at rætturin at broyta aldur samsvaraði við rættindini hjá øðrum at fremja persónligar broytingar, so sum at broyta navn og kyn.


Í úrskurðinum vísti dómstólurin á, at hollendsk lóg er bygd á, at ávís rættindi og skyldur, so sum atkvøðurætturin og skyldan at ganga í skúla, eru tengd at aldrinum. Tí vildi ein slík broyting máað grundarlagið undir rættindunum og krøvunum, ið eru tengt at aldri.


Emile Ratelband hevur longu boðað frá, at hann fer at kæra avgerðina hjá dómstólinum.