Svenski stórspælarin, Zlatan Ibrahimovic sleppur ikki at taka flogfarið til Manchester og fara til samráðingar á Old Trafford meðan svenska landsliðið hevur sínar fyrireikingar til dystirnar ímóti Írlandi, Belgia og Italia í bólki E.
Hetta slær høvuðsvenjarin, Erik Hamrén fast. - Spælararnir hava sínar fríløtur meðan vit kappast undir EM-endaspælinum í Fraklandi. Fríløtur, sum eg ikki ráði yvir, men spælararnir sjálvir. Kortini vil eg undirstrika, at eg góðtaki ikki, at Zlatan tekur flogfarið til Manchester fyri at samráðast við Manchester United meðan vit eru til EM-endaspælið í Fraklandi, sigur Erik Hamrén við "Gøteborgsposten".
Erik Hamrén undirstrikar, at hann væntar ikki, at tað verður nakar trupuleiki við hesum, tí Zlatan Ibrahimovic er ein royndur spælari, sum veit hvat tað snýr seg um.
Skráin fyri bólk E er hendan :
13.06 17:00 | Írland | : | Svøríki |
13.06 20:00 | Belgia | : | Italia |
17.06 14:00 | Italia | : | Svøríki |
18.06 14:00 | Belgia | : | Írland |
22.06 20:00 | Svøríki | : | Belgia |
22.06 20:00 | Italia | : | Írland |