Hjalmar Zachariassen gevst nú við royndini at stovna ein nýggjan flokk til Løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi tann 31. august.
Tað er annars langt síðani, at hann boðaði frá, at hann arbeiddi við at stovna nýggjan flokk, Føroyaflokkin, til løgtingsvalið. Fyri at fáa loyvi til at stovna ein nýggjan flokk, krevjast undirskriftir frá 800 fólkum, sum taka undir við, at flokkurin verður stovnaður.
Men nú skrivar stigtakarin á Facebook at tað tekur ov nógva orku at skipa ein flokk einsamallur, og tí verður Føroyaflokkurin nú lagdur í dvala, sum hann sigur. Tað merkir, at hann gevst við royndini at stovna flokkin til hetta løgtingsvalið.
Føroyaflokkurin skuldi vera ein frælslyntur flokkur, sum skuldi arbeiða ímóti miðsavning í Føroyum og størri frælsi til hvønn einstakan. Og Hjalmar Zachariassen heldur framvegis, at tað er brúk fyri einum slíkum flokki. Tí sigur hann, at hann fer kanska at taka arbeiðið upp aftur, men treytin er, at tað eydnast honum at fáa fleiri fólk upp í