Kanningar vísa, at fólk missa fótafestið á arbeiðsmarknaðinum rættiliga skjótt, tá tey gerast sjúk. Eftir stutta tíð missa mong starv sítt og eftir einum ári kemur bert 1 av 10 út á arbeiðsmarknaðin aftur.
Í Føroyum ber til at fáa sjúkragpening í fleiri mánaðair – nágreiniliga 40 vikur. Sjúkradagpeningurin verður latin í 40 vikur uttan at spurnaðartekin verður sett við, kanna verður ella hin sjúki verður boðin til samrøðu.
Rættast er at stuðla og ráðgeva fólki um, hvussu tey sum skjótast kunnu fara til verka aftur, ella kanska ein endurbúgvingarætlan verður løgd.
Serliga tá arbeiðsloysið er, er trupult hjá teimum sum standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin at fáa fótin innum. Vit noyðast tí at kýta okkum so tey, sum hava eitt starv ikki missa tað vegna sjúku – um tað kann fyribyrgjast.
Nøkur dømi
Hárfríðkanarkvinnur gerast stundum ovurviðkvamar fyri vatni ella ymisku kemikaliunum sum tær nýta í yrki sínum hvønn dag – tað merkir stundum, at tær noyðast at at broyta yrkisleið sína. Tað sama ger seg javnan galdandi fyri heimahjálparan og fiskimannin, at tey gerast niðurslitin og mugu skifta starv ella í ringasta føri hava eina fyritíðapensjón – hví skulu fólk hon bíða í 40 vikur, heldur enn beinanvegin at blíva kunna um endurbúgvingarmøguleikar? Skríggjar til himmals, at fólk skulu bíða í 40 vikur, áðrenn nakar tosar við tey um eitt nú endurbúgving.
Sum sosialráðgevi havi eg mangan upplivað, at tað var júst samsmkiftið millum hin sjúka og tað almenna sum fyribyrgdi, at fólk mistu sítt starv. Eitt dømi um gott samstarv, var ein arbeiðsgevari sum ætlaði at koyra eina kvinnu úr starvi, tá hon hevði verið sjúk í 4 mánaðir vegna tunglyndi. Arbeiðsgevarin hevði einki frætt frá henni. Tá eg tosaði við kvinnuna aftaná 4 mánaðir greiddi hon mær frá, hvussu fegin hon vildi arbeiða, men ikki megnaði fulla tíð í verandi støðu. Hon var um at blíva ør av at ganga heima, vóðu orðini hon nýtti. Eitt prát við hana og arbeiðsgevaran førdi við sær, at hon fekk eina lutvísa sjúkarmelding. Tað merkti, at hon arbeiddi hálva tíð og var ‘friðað’ fyri ávísar uppgávur fyrstu mánaðirnar, eftir at hon kom aftur til arbeiðis.
Hesi dømini og mong aftrat bera boð um, at ein samrøða um rættindi, skyldur og møguleikar sum skjótast tey eru vorðin sjúk, kunnu geva fólkum eina betri lívsdygd og harumframt hevði tað spart landinum nakrar av teim 63 milliónunum, sum verða brúktar til sjúkradagpening næsta ár – um einki verður broytt.