Slikka sárini í Englandi

Vónbrotnu onglendingarnir kenna seg sannførdar um, at størsta orsøkin til, at teir so rudduliga dumpaðu í royndini at vinna HM endaspælið var fullkomuliga ótamdi atburðurin hjá ensku viðhaldsfólkunum undir EM endaspælinum

Í fyrradagin var tað greitt, at HM endaspælið í 2006 verður í Týskalandi. Týskararnir fegnast. Tað er longu mest sum avgjørt, at fyrsti dysturin skal spælast á olympiska leikvøllinum í München, sum var tikin í nýtslu, tá olympisku leikirnir vóru í München í 1972. Tað er eisini avgjørt, at finalan skal spælast á olympiska leikvøllinum í Berlin, sum varð tikin í nýtslu, tá Hitler í 1936 skipaði fyri tiltiknu olympisku leikunum. Ætlanin er, at dystirnir skulu spælast á tólv vøllum kring alt Týskaland, og fleiri av vøllunum skulu nýmótans gerast. Millum aðrar teir báðir omanfyri nevndu olympisku leikvøllirnir.


Politikkurin

Tá tað var greitt, at Týskaland og ikki Suðurafrika verður vertur í 2006, varð tað mett sum ein misálitisváttan til formannin í FIFA, Sepp Blatter. Hann hevur ikki dult, at fyri hann var tað av stórum týdningi, at endaspælið fyri fyrstu ferð skuldi verða í Afrika. Men hesum fekk hann ikki undirtøku fyri. Tólv atkvøður vóru fyri Týskalandi, ellivu fyri Suðurafrika og ein var blonk. Blonku atkvøðuna átti vónsvikni bretski umboðsmaðurin. Um hann hevði atkvøtt fyri Suðurafrika, og tað tískil hevði staðið á jøvnum, so hevði Suðurafrika vunnið telvingina, tí so hevði atkvøðan hjá formanninum verið avgerandi.

Mikudagin roknaði Franz Bechenbauer ikki við, at Týskaland hevði nakran møguleika, og at endaspælið tískil fór at enda í Suðurafrika. Afrika og Suðuramerkia høvdu sligið seg saman við FIFA formanninum um at atkvøða fyri Suðurafrika. Burtursæð frá Onglandi ætlaðu hinir sjey europeisku limirnir at atkvøða fyri Týskalandi, tí teir mettu eina avtalu vera um, at Ongland skuldi fáa EM endaspælið í 1996 og Týskaland HM endaspælið í 2006.

Stuðulin til Ongland var í Norðuramerika og Oceanien. Asia ætlaði at atkvøða fyri Marokko. Teir broyttu í síðstu løtu støðu og stuðlaðu saman við UEFA Týskalandi, sum tískil vann kappingina.

At Asia broytti støðu segðist koma av, at asiatarnir eru illa í øgn við FIFA formannin. Teir vildu ikki, at hann skuldi fáa sín vilja, og tí lótu teir seg sjarmerað av Franz Bechenbauer og hansara monnum.


Rannsaka seg sjálvar

Í Onglandi verður sagt, at átakið um at fáa endaspælið til Onglands ? nógv orka varð løgd i hetta frá ársskiftinum 1997/1998 og fram til í fyrradagin ? kostaði 10 milliónir pund ella einar 130 milliónir krónur. Nú spyrja onglendingar, hví tað kiksaði so mikið nógv, at Ongland datt úr kappingini, áðrenn komið var til síðstu finaluna.

Í atkvøðugreiðsluni hósdagin fekk Ongland onga atkvøðu úr Europa ? burtursæð frá tí einu, sum teir sjálvir eiga í aðalnevndini hjá UEFA. Í Onglandi halda tey, at høvuðsorsøkin til hesa støðuna er, at illavornu áskoðararnir gjørdu so nógv um seg, tá EM endaspælið fyrr í summar var í Hollandi og Belgia.

Men fyrireikararnir geva eisini skrivaðu eingilsku pressuni skyldina. Meðan týska pressan stóð aftanfyri týsku umsóknina og pressan í Suðurafrika stóð aftanfyri teirra umsókn, so royndi skrivaða pressan í Onglandi at láturliggera at at illteinkja eingilsku royndina, siga altso teir, sum stóðu fyri engilska átakinum.

Eygleiðarar halda, at nú fara tað at ganga í minsta lagið fjúrtan ár og kanska uppaftur fleiri, áðrenn Ongland, sum í 1966 vann HM á heimavølli, aftur fer at fáa møguleikan at hýsa endaspælinum. Í 2002 verður endaspælið í Asia (Japan og Suðurkorea), í 2006 í Europa (Týskalandi), og so verður tað mett at vera sannlíkt, at Afrika (Suðurafrika) fær endaspælið í 2010. Brasilia var inntil síðsta mánadag áhugað í at fáa endaspælið í 2006. Teir tóku seg aftur og stuðlaðu royndini hjá Suðurafrika. Tí er einki at ivast í, at Afrika fer at stuðla einari brasilskari roynd at fáa endaspælið í 2014, og so noyðist Ongland í hvussu so er at bíða inntil 2018!

jhnskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.

Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.


Stórar broytingar

Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.

Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.

Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.

Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.

? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.


Hugnalig samvera

Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.

? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.

Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!

Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.

Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.

Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.



Við tøkk fyri upptøkuna.



Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur




Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)


Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking