Hann er nærmast uppvaksin í ketildrakt á einum bilverkstaði og við motorolju á fingrunum. Í dag sæst hann javnan í klædningi og slipsi og etur pinnamat.
- Eg havi ongantíð verið tann, sum hevur gingið nógv í slipsi, tí av natúr eri eg rættiliga rokaligur. Men í hesum starvinum er tað ein partur av arbeiðinum at knýta slipsaknútin og fara til móttøkur av ymsum slag. Higartil hevur tað ikki verið nakar trupulleiki, sigur Sonni á Horni, sum síðani 1. Januar hevur virkað sum borgarstjóri á Fuglafjarðar Kommunu, ið telur umleið 1500 borgarar.
- Tað er nokkso stuttligt, men tað er allarhelst slipsið, sum eg fái flest viðmerkingar um, tá eg eri úti millum fólk. Tey eru jú ikki von við at síggja meg í klædningi og slipsi. Nú er tað blivið so, at keypi eg til dømis inn í onkrum handli og eri í vanligum klæðum, spyrja fólk skemtingarsamt, hvar slipsið er, sigur Sonni á Horni.
Starvið er ein avbjóðing
Tað eru júst upplivingar sum omanfyri, ið 34 ára gamli borgarstjórin skal venja seg við.
- Tað er undarligt brádliga at vera ein almennur persónur, og tað er eisini nakað, sum er merki, at eg veruliga skal venja meg við. Eitt nú kann tað vera løgið, at fólk, sum eg als ikki kenni, koma yvir til mín at heilsa uppá, greiðir Sonni á Horni frá.
Fyri hann er størsta avbjóðingin við borgarstjórasessinum tað, at hann nú er ein almennur persónur, sum nógv kenna og hava eina meining um.
- Alt er øðrvísi, tá tú ert borgarstjóri, men eg ivist ikki í, at tað er nakað, sum ein venur seg við. Men eg leggi stóran dent á at vera tann, eg eri. Haldi ikki at mann skal broyta seg sjálvan, bara tí at tað nú eru fleiri eygu og oyru, ið fylgja við í tí, tú gert og sigur, heldur Sonni á Horni.
Hóast hetta er fyrsta setan sum borgarstjóri, er Sonni á Horni ikki heilt óroyndur í kommunalpolitikki. Hann stillaði upp til kommunuvalið í 2004, men ein atkvøða restaði í fyri at hann slapp inn. Í 2008 bleiv hann valdur í Fuglafjarðar Kommunu, har hann hevur sitið í andstøðu seinastu fýra árini. Á valinum í november í fjørð bleiv hann fyrstvaldur.
- Hóast eg kenni til ein part av arbeiðinum í kommununi, er eisini nógv nýggj øki og mál, eg sum borgarstjóri skal seta meg inn í. Mannagongdirnar eru ávísar fyri tey ymisku økini, og tær skal eg læra at kenna, sigur Sonni á Horni.
Kommunan skal stuðla
Fríggjadagin var skipað fyri stórari móttøku í Fuglafirði, tá Norðoya Sparikassi lat upp eina deild í bygdini. Hetta eftir at Eik hevði valt at snara lykilin á sínum banka, sum leingi hevur verið tann einasti í bygdini.
Nýggi peningastovnurin í Fuglafirði fær hollan stuðul frá kommununi við Sonna á Horni á odda.
- Vit eiga øll at stuðla tí lokala, og hetta er eisini galdandi fyri kommununa. Í mínari verð eigur og skal kommunan vera lokal, sigur Sonni á Horni, sum tó leggur afturat:
- Men tað er umráðandi, at mann ikki er lokalur og stuðlar øllum tí, sum er á staðnum, fyri ein hvønn prís. Orsøkin, til at vit sum kommuna vilja stuðla nýggja peningastovninum í bygdini, er sjálvandi tann, at vit meta, at tað loysir seg fyri okkum, umframt at vit sum kommuna fegin vilja stuðla einum banka, sum er her á staðnum, greiðir Sonni á Horni frá.
Men Sonni á Horni heldur ikki, at tað bara er Fuglafjarðar Kommuna sjálv, ið skal stuðla nýggja bankanum í Fuglafirði.
- Eg havi eisini heitt á borgararnar í kommununi um at taka væl ímóti Norðoya Sparikassa og at brúka henda bankan, sigur Sonni á Horni, sum eisini hevur heitt á eitt nú vinnulívið um at taka undir við nýggja peningastovninum.
- Mín hugburður er tann, at vilja fólk ikki stuðla tí, sum er á staðnum, so skulu tey heldur ikki finnast at og vera ónøgd, tá tað brádliga ikki er her longur, sigur Sonni á Horni avgjørdur.
Torir at vera ópopulerur
Hesi seinastu fýra árini, har hann hevur verið partur av Fuglafjarðar Kommunu, hevur hann eisini upplivað at borgarar hava funnist at honum. Í 2009 bleiv avgerð tikin í kommununi, at seks ára gomul børn skuldu fara úr hølunum í barnagarðinum í Fuglafirði og ístaðin vera í skótahúsinum á Kambsdali.
- Tá vóru tað fleiri, sum í fyrstu syftu ikki vóru nøgd við ta avgerðina, sum eg eisini hevði verið við til at tikið. Men hatta er nakað, sum tú bara mást taka við, tá tú fæst við politikk. Allar avgerðir og eisini tær ópopuleru verða gjørdar út frá bestu sannføring, greiðir Sonni á Horni frá.
Hann leggur afturat, at hóast borgararnir í fyrstu atløgu ikki tóku væl ímóti avgerðini um at flyta tey seks ára gomlu børnini til Kambsdalar, hevur tað seinni víst seg at vera ein avgerð, sum børnini og tey vaksnu nú eru glað fyri.
- At tora at taka avgerðir, sum ikki altíð fella í góða jørð, er neyðugt í starvinum sum borgarstjóri. Og eg tori at taka tær avgerðirnar, tá tær eru neyðugar, sigur Sonni á Horni og heldur fram:
- Sum persónur eri eg opin og erligur, og eg sigi tað, eg meini – eisini tá talan er um ópopulerar avgerðir.
Var fyrstu ferð til flogbólt
Sum borgarstjóri fylgja ymsar skyldur við, sum til dømis at vera við til tiltøk av ymiskum slag. Eitt nú var nýggi borgarstjórin um vikuskiftið til flogbóltsdyst.
- Eg havi ongantíð verið til ein flogbóltsdyst, men tað slapp eg so at royna leygardagin. Haldi tað er umráðandi, at tú sum borgarstjóri roynir at fylgja við í tí, sum fyriferst í tínum egna øki, sigur Sonni á Horni, sum eisini sær tað sum sína skyldu at fara í rundar føðingardagar hjá borgarum í Fuglafjarðar Kommunu.
- At fara og heilsa upp á fólk, sum hava rundan føðingardag, haldi eg eisini at eg sum borgarstjóri eigi at gera. Ikki tí, eg ætli mær ikki at renna til allar føðingardagar, men jú eg havi set mær fyri at fara til tey eldru fólkini í kommununi og heilsa uppá, tá tey fylla runt.
Í eina faktaboks:
Navn: Sonni á Horni
Aldur: 34 ár
Bústaður: Fuglafjørður
Útbúgving: Bilmekanikari