Fyri løtu síðani var útrykningur í Klaksvík. Sløkkiliðsbilurin var boðsendur, tí onkur hevði boðað frá eldi onkrastaðni.
Tað vísti seg, at talan var um bakaríið Amarant í Klaksvík. Har var eldur komin í eina frituru í køkini, frætta vit frá sløkkiliðnum.
Men tamarhald fekst tíbetur skjótt á støðuna, so har var eingin vandi á ferð. Longu áðrenn sløkkiliðið kom á staðið, var eldurin sløktur.
– Har var eingin dramatikkur. Alt gekk væl, og nú er í lagi, siga tey úr sløkkiliðnum.