Mikukvøldið 19. august verður søga skrivað við Djúpumýru í Klaksvík. Tá tekur KÍ ímóti Slovan Bratislava í 1. umfari í undankappingini til Champions League. Tíverri uttan trúgvu heimaáskoðarar hjá KÍ. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.
Ján Kozák, høvuðsvenjari hjá Slovan Bratislava sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at teir undirmeta ongan, og teir fara at fyrireika seg til dystin móti KÍ við ábyrgd. Hann sigur, at hann fer at royna at fáa til vega so nógv tilfar um KÍ sum møguligt. Høvuðsvenjarin sigur, at tað verður ein umstilling at skula spæla á graslíki. Veðrið í Føroyum er eisini væl kaldari enn í Bratislava. Høvuðsvenjarin sigur, at tað er eisini ein avbjóðing, at uppgerðin bara verður spæld yvir ein dyst, ið er á útivølli. Høvuðsvenjarin hevur tó vónir um, at Slovan Bratislava kann vísa sínar dygdir og vinna seg víðari í undankappingini.
Vasil Božikov, liðskipari hjá Slovan Bratislava sigur, at tað er týdningarmikið, at hann og hinir spælararnir konsentrera seg maksimalt frá fyrsta minutti í dystinum móti KÍ: - Allir okkara potentiellu mótstøðumenn eru meistarar í sínum landi, og kunnu tí revsa mistøk, ið verða gjørd á vøllinum. Vit fara at geva alt á vøllinum, so vit kunnu vinna okkum víðari til næsta undanumfar, sigur liðskiparin hjá Slovan Bratislava.