Ævintýrið hjá Slovan Bratislava í Evropa er nú komið at enda. Felagið við umstrídda formanninum, sum hevur spilt Føroyar og føroysku myndugleikarnar síðani “koronadystin” móti KÍ, er nú á veg til Slovakia ongul í reyv.
Slovan Bratislava tapti í kvøld eftir brotssparkskapping móti KUPS úr Finnlandi, sum gjørdi ein B36 og skoraði í 120. minutti, fyri at koma til brotssparkskapping og síðani vinna. Hetta kemur óiva illa við hjá Slovan Bratislava, ið hevur leikað í síðani dysturin móti KÍ bleiv taptur á skriviborðinum.
Virkandi stjórin í felagnum, Ivan Kmotrík Jr, hevur upp í saman givið føroysku myndugleikunum av grovfíluni. Hann hevur sagt at føroyskir myndugleikar hava svikið og snýtt, fyri at fáa KÍ víðari. Tað er ikki heilt greitt hvør skal skyldina fyri ósigurin í kvøld.
Hvussu er og ikki, so kann Ivan Kmotrík Jr hyggja, meðan KÍ hóskvøldið skal spæla móti Dinamo Tblisi í 3. umfari í undanumfarinum í Europa League. B36 skal til Bulgari at spæla móti CSKA Sofia.