Í gjár varð løgreglan á ferð við lasaranum har tey kannaðu ferðsluna á Sundalagsvegnum, á vegastrekkinum ímillum Hosvík og Hvalvík.
Har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ímillum 100 og 101 kilometrar um tíman og tað fáa teir bót fyri, Høvdu teir koyrt 101, høvdu teir eisini fingið klipp í koyrikortið.
Um sama mundi varð ein bilførari tikin fyri at koyra við viðfestisvogni. Tilsamans fór vektin á bili og viðfestisvogni upp um 3.500 kilo, og tað hevði hann ikki koyrikort til, so tað fekk hann bót fyri.
Í gjárkvøldið varnaðust fólk, at tað reyk úr eini skrellispann í Álakeri. Sløkkiliði varð boðsent og tað fingu tey skjótt bilbukt við. Tey halda, at tað var ein lugandi sigarett, sum onkur hevur tveitt í skrellispannina, sum festi í.