Sluppu at sova umborð á Ågot

- Hvat er tað ikki fantastiskt at fara í koyggjuna, tá tú hevur gjørt ein góðan gerning.

- Hvat er tað ikki fantastiskt at fara í koyggjuna, tá tú hevur gjørt ein góðan gerning. Henda lítla jollan við trimum fólkum umborð kom tætt fram við skipssíðuni hjá okkum seint í gjárkvøldið.

 

Soleiðis skrivar Hjaltur Poulsen, skipari á frystilínuskipinum Ågot, sum er í Grønlandi. Hetta kvøldið í hesi vikuni lógu teir við eina oyggj sum kallast Upernavik Ø. Hetta er norðarlaga í Umanak-fjørðinum - ella nakað syðri enn har, sum omanlopið var.

 

Víðari skrivar Hjaltur Poulsen um hesa jollu, sum í rættiliga vánaligum líkindum og við trimum fólkum umborð kom fram við skipssíðuni hjá teimum seint hetta kvøldið.

 

- Tað var sera ófantaligt veður. Maðurin gjørdi tekin um, at tað var ringt hjá teimum at sigla. Hann dugdi ikki danskt. Eg bað tey koma umborð, og tá skilti eg á teimum, at tey høvdu longu havt eina langa reisu. Tey høvdu siglt 25 fjórðingar og høvdu 32 fjórðingar eftir at sigla.

 

Hjaltur Poulsen sigur, at fólkini í jolluni hættaðu sær ikki viðari. Umborð á Ågot fingu tey nátturða, kaku og kaffi, og tey sluppu at sova umborð. Klokkan 10 morgunin eftir var fínasta veður, og tá kundu tey halda leiðina fram.

 

- Tey vóru øll sera takksom. Tey høvdu verið og fiskað laks, og vit fingu at kóka frá teimun, greiðir skiparin á Ågot frá. Hjaltur Poulsen leggur aftrat, at tað henda nógvar vanlukkur á báti um hesar leiðir, og tað eru ikki so fá fólk, sum ganga burtur í báti og sum ikki spyrjast aftur.