Tað var fyri at tryggja, at verkfalsrakt arbeiði ikki varð gjørt, søgdu limirnir í arbeiðarafeløgunum, sum vóru fleiri enn 100 í tali uppi á Sundi mikudagin og mikukvøldið.
Talan var um skipini Hav Atlantic og Hav Nes, sum ikki sluppu at leggja sand, sum tey høvdu í lastini, upp á bryggjuni á Sundi.
Síðani hevur felagið, sum eigur skipini, Navigare, søkt um undantakslovyi, sum tey eftir øllum at døma hava fingið. Tí í gjárkvøldið vóru skipini tømd uttan at nakar mótmælti.
Í løtuni liggur Hav Atlantic framvegis á Sundi, meðan Hav Nes liggur í Søldarfirði.
##med2##
##med3##