Tað siga nevndirnar í Vága- og Norðoyatunlinum, sæst í tilfarinum í nevndarviðgerðini hjá fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Nevndirnar siga, at tann lækkingingin hevði kostað Vágatunlinum 1,1 millión krónur og Norðoyatunlinum 1,7 milliónir krónur.
– Men av tí at arbeitt hevur verið við samfeðslupakkanum, eru vit biðin um at bíða við at seta hetta í verk, siga tær.
Í tilfarinum, sum feløgini hava latið fíggjarnevndini sæst eisini millum annað, at tað kostar 11,3 milliónir krónur um árið at reka tunlarnar.
##med2##
– Árligi raksturin liggur á umleið 1.000 krónur fyri meturin. Tað eru fimm milliónir krónur fyri Vágatunnilin og góðar seks milliónir krónur fyri Norðoyatunnilin. Viðlíkahaldið, sum fyrigongur á vegbreytini, verður fyri trygdina skyld gjørt um náttina og við stongdum tunli, skrivar felagið.
##med3##
Felagið skrivar eisini, at fyri trimum árum síðani vóru frekvensumformarar installeraðir í Norðoyatunlinum fyri tríggjar milliónir krónur.
– Við hesi installatión hevur felagið spart umleið 400.000 krónur í el árliga.
Pumpubrunnurin fyri fýra milliónir krónur, sum verður nevndur sum ein íløga í Norðoyatunlinum, er bygdur sum ein eyka tyrygd fyri at fáa vatnið piumpað út. Tríggjar ferðir er pumpuleidningurin í Norðoyatunlinum farin at leka. Dagligu lekarnir eru umleið 600 rúmmetrar í Vágatunlinum og 1.500 rúmmetrar í Norðoyatunlinum, skrivar felagið.
Um framtíðina í tunlinum sigur tunnilsfelagið:
– Ljósini í Norðoyatunlinum skulu skiftast um ikki so langa tíð. Mettur kostnaður er 10-12 milliónir krónur.
– Viftur, 30 í Vágatunlinum og 24 í Norðoyatunlinum. Tær flestur eru frá tí tunlarnir lótu upp fyri ferðslu
– Telefonir fyri hvørjar 250 metrar eru frá tí tunlanri lótu upp. Um dagsins trygdarkrøv skulu haldast, skulu 125 metrar vera ímillum. Fartelefon verður ikki mett at vera trygd.
– El-bakkar. Bóltar sum halda bakkunum eru skiftir í Vágatunlinum.
– Battarí til neyðstreym skiftast umleið fimtahvørt ár.
– Skróting 4. - 5. hvørt ár.
Tað eru 45 km av tunlum í Føroyum, av hesum eru Vágatunnilin og Norðoyatunnilin svarandi til 25 prosent við nógvum el-tekniskum innleggingum, pumpum , viftum o. s. fr.
##med4##
Býtið av akførum og inntøkum eftir hvar fólk búgva:
##med5##
Prísirnir eru broyttir:
##med6##