Stemningurin var góður í býnum í nátt, og nógv fólk var úti. Politiið hevði sum ikki eina ferð nokk at gera, tí har komu fleiri fráboðanir av ymsum slag gjøgnum kvøldið.
Um 21 kom ein fráboðan á alarmsentralin frá onkrum, sum sat fastur í einum elevatori. Talan var um fimm fólk, sum ikki sluppu út úr elevatorinum, fortelur vaktleiðarin. Tey vóru í elevatorinum einar 20 minuttir, áðrenn tey sluppu út. Hvat heilt presist var hent, veit vaktleiðarin ikki heilt at siga,
Hetta var ikki tað einasta 112-uppkallið í gjár. Tí stutt aftaná hendingina á bleiv tað fráboðað, at roykur sást úr plantasjuni í Havn. Fráboðarin segði, at hann hevði sæð eitt lítið bál, og tá hann kom nærri, rýmdu nakrir unglingar avstað. Ein patrulja fór á staðið, og tá bleiv staðfest, at har var eitt lítið bál. Tað bleiv so sløkt við teirri sløkkiútgerð, sum var í bilinum. Tað var tí ikki neyðugt at senda sløkkiliðið á staðið.
Seinni ringdi ein annar fyri at fráboða eitt innbrot í einum handli í Havn, men tað vísti seg, at tað ikki var eitt innbrot, men bara nakrir fullir menn, sum ikki vistu, at handilin var stongdur, fortelur vaktleiðarin.
Klokkan 05:45 ringdi ein at boða frá, at onkur hevði rent á bilin hjá honum. Politiið fór at kanna tað, og ein fullur maður bleiv í tí sambandi tikin fyri rúsdrekkakoyring.