Sluppu undan at skúlar kring landið vórðu stongdir

Avtalað er nú gjørd ímillum Kommunufelagið og Mentamálaráðið um savnsrøktina á skúlunum

Semja

Nú er semja gjørd ímillum Føroya Kommunufelag og Mentamálaráðið um, hvør skal betala fyri at røkja tey ymsu søvnini á skúlunum kring landið.
Hetta er ein ósemja, sum hevur skert undirvísing í nógvum lærugreinum í rættiliga langa tíð, eitt nú varð onki tilfar og ongin útgerð keypt til smíð og aðrar lærugreinar, har slíkt krevst, eins og lærarar heldur ikki hava tikið upp eftir sær aftaná tíman.
Og nú var støðan blivin so vánalig á nógvum skúlum, at Føroya Kommunufelag bað kommunurnar umhugsa at stongja skúlarnar.
Landsstýrið vildi hava kommunurnar at betala fyri savnsrøktina.
Hetta mótmæltu kommunurnar og tað endaði við, at allar tær stóru kommunurnar í Býarsamskipan Føroya, uttan Tvøroyrar Kommuna, og Mentamálaráðið gjørdu eina semju um, at Mentamálaráðið skal betala ein part av útreiðslunum og kommunurnar ein part.
Hetta vildu tær smærru kommunurnar í Føroya Kommunufelag ikki góðtaka.
Men nú Kommunufelagið heitti á kommunurnar um at umhugsa at stongja skúlarnar, kom gongd aftur á málið og nú er semja gjørd ímillum Mentamálaráðið og Kommunufelag um savnsrøktina.
?Kommunufelagið heldur fast um, at lønir til lærarar er ein útreiðsla, sum hoyrir undir landið tí tað er Mentamálaráðið, sum er arbeiðsgevari hjá lærarunum. Og tað grundsjónarmið, sum vit ikki vilja víkja frá, sigur Jacob Vestergaard, formaður í Kommunufelagnum.
Hann sigur, at eftir semjuni, verður tað framvegis Mentamálaráðið, sum kemur at rinda lærarunum løn fyri tann námsfrøðiliga partin av
? Kommunufelagið hevur hin vegin lovað, at heita á kommunurnar um at taka tráðin upp við skúlaleiðsluna um tann røktarliga partin.
Tað merkir, at Mentamnálaráðið kann ikki áleggja kommununum at betala. Men nú verður tað, eins og tað hevur verið, í samráð ímillum skúlaleiðslurnar og kommunurnar, hvussu nógv kommunurnar koma at betala fyri røktarliga partin.
Kommunufelagið skjýtur upp, at kommunurnar og skúlaleiðslurnar gera avtalur um, hvussu mannagongdin skal vera og felagið skjýtur upp, at samskiftið er ímillum skúlaleiðaran og skrivaran og at avtala verður gjørd um, hvussu samskiftið skal fara fram, t.d. um telefax ella teldupost.
Samstundis mælir Kommunufelagið til, at avtala verður gjørt um tilfar og annað, sum skal keypast og um, hvussu eftirlit eftirlit skal vera við bygningi og innbúgvi og hvussu tey skulu røkjast.
Somuleiðis eigur avtala at verða gjørd um, hvussu eftirlitið skal vera við tólum, sum krevja fakfólk, hvussu tey skulu umvælast og røkjast.
Hinvegin mælir Kommunufelagið ikki til, at sjálvvirkandi flytingar fara fram millum kommunu og starvsfólk skúlans ella onnur, fyri arbeiði sum ikki er avtalað frammanundan.
? Fyri at samstarvið skal glíða betur í framtíðini, eru landsstýrismaðurin í mentamálum og Føroya Kommunufelag komin ásamt um, at seta eina nevnd, at viðgera mál sum viðvíkja kommununum.
Annars fer kommunufelagið á fundum við kommunurnar kring landið at taka málið upp til nærri viðgerðar.