NSÍ-B36 0-0:
Fótbóltur
Eins og flestu aðra staðni í landinum var spenningurin eisini stórur í Runavík, tá lagt varð til brots í fótbóltslandskappingini. Spenningurin í Runavík stavar ikki minst frá, at lið teirra nú tykist hava tveitt tilveruna sum elevatorlið burtur, og tosið um heiðursmerkið er so smátt vorðið alsamt heitari seinastu árini.
Tað hevur tað eisini gjørt í Havn, har B36 ætlar at betra heilt nógv um úrtøkuna í fjør. Liðið er styrkt við fleiri væl kendum føroyskum fótbóltsnøvnum, og í leygardagsblaði okkara varð NSÍ liðskiparin, Djóni N. Joensen, endurgivin fyri at siga, at uppgávan kundi valla verið størri nú í fyrsta landskappingardystinum.
Skiftust um yvirvágna
Fyrra hálvleik var eisini okkurt, sum bendi á, at uppgávan fór at gerast tung hjá heimaliðnum. Uttan at talan á nakran hátt var um at gestirnir domineraðu dystin, so høvdu teir kortini betra takið, skilst úr Runavík, har tað annars verður sagt, at leikferðin undir dystinum var óvanliga høg, tá havt verður í huga, at hetta var fyrsti veruligi dysturin.
B36 megnaði tó ikki at umseta leikligu yvirvágina til nakrar stórar málmøguleikar. Okkurt hissini langskot mundi vera tað vandamesta, men veruligar møguleikar varð talan ikki um.
Í so máta lág betri fyri í seinna hálvleiki, tá heimaliðið kom alt betri við í dystin. Í mun til gestirnar dugdi NSÍ eisini at umseta spælið til møguleikar, og í einum tveimum førum var tað bert svartasta óhapp, at bólturin ikki fór í málið. Millum annað hevði Tróndur Vatnhamar eina framúr góða bjarging, meðan Pól Thorsteinsson eina aðru ferðina bjargaði á málstrikuni.
Ivamál um hendurnar
Størsta trætumálið undir dystinum mundi tó íkoma, tá B36 fekk sín størsta møguleika í dystinum. John Petersen varð leiktur leysur innan fyri verjuna hjá NSÍ, og helt avstað oman móti málinum. Jens Martin Knudsen fekk tó vart fyri, men tað vóru fleiri, sum hildu, at landsliðsmálverjin var staddur uttan fyri brotsteigin, tá hann kavaði niður, og tók bóltin frá John. Dómarin læt tó ikki við seg koma, men bað ístaðin leikararnar um at spæla víðari.
Talan kundi lættliga verið um eitt sigursmál hjá havnarliðnum, um John Petersen slapp fram við Jens Martini, og ivaleyst iðra tey í árstalsfelagnum seg um hetta. Hinvegin er helst einki at taka seg aftur í, at javnleikur mundi vera á eini leið. Bæði liðini sýndu til tíðir, at tey kunnu spæla góðan fótbólt, eins og leikararnir tykjast at vera sera væl fyri kropsliga. Sostatt vóru fleiri tekin um, at bæði liðini kunnu gera seg galdandi í ár, og í so máta var týdningarmesta fortreytin undan dystinum, at hann ikki skuldi tapast.
NSÍ-B36 0-0
Dómari: Niklas á Liðarenda
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Arnfinn Langgaard, Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Elian Hansen, Ian Højgaard ? Gert Langgaard, Sjúrður Jacobsen, Christian Høgni Jacobsen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Herbert í Lon Jacobsen ? Klæmint Matras, Jan Guttesen, John Petersen, Jens Kristian Hansen, Heðin á Lakjuni ? Jákup á Borg, Egil Zachariasen