Sluppu undan verkfalli

Seinnapartin fríggjadagin góðkendi Fíggjarmálastýrið sáttmálarnar ímillum Føroya Arbeiðarafelag og kommunur kring landið um dagrøktararnar. Sostatt slapst undan verkfalli á hesum sinni

 

Sáttmálalastríð


Seinnapartin fríggjadagin bleiv tað greitt, at dagrøktarmammurnar kring alt landið fóru ikki í verkfall mánamorgunin. Tí tá góðkendi Fíggjarmálastýrið sáttmálarnar í millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunurnar kring landið um dagrøktarar.

Annars hevði Føroya Arbeiðarafelag boðað frá, at góðkendi Fíggjarmálastýrið ikki sáttmálarnar í farnu viku, fóru dagrøktararnir kring alt landið í verkfall frá í gjáramorgunin klokkan sjey at rokna.

Ósemja tók seg upp ímillum Førooya Arbeiðarafelag og Fíggjarmálastýrið um sáttmálarnar við dagrøktararnar, eftir at Fíggjarmálastýrið boðaði frá, at tað vildi ikki góðkenna sáttmálarnar.

Føroya Arbeiðarafelag gjørdi greitt, at nú sáttmáli varð gjørdur við kommunurnar, metti tað samráðingarnar at verða endaðar og tað fór ikki at taka tær uppaftur.

Men, nú nakrar fáar tímar áðrenn freistin, sum Føroya Arbeiðarafelag setti, varð úti, boðaði Fíggjarmálastýrið frá, at tað góðkennir sáttmálarnar.

Stýrið sigur, at sáttmálarnir eru góðkendir, eftir at Kommunurnar hava boðað frá, at tað bar ikki at koma longur við samráðingum við Føroya Arbeiðarafelag.

? Hóast Fíggjarmálastýrið metir tað óheppið, at sáttmálarnir ikki eru heilt eins, og hóast sáttmálarnir á onkrum økjum víkja frá tí, sum hevur verið vanligt innan barnaasing, verða tó allir sáttmálarnir á hesum sinni góðkendir, sigur Fíggjarmálastýrið.

Men Fíggjarmálastýrið boðar samstundis frá, at ein fyritreyt fyri góðkenningini er, at bæði kommunur og formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag hava boðað frá, at framyvir verður miðað eftir einum felags sáttmála millum Føroya Arbeidarafelag og kommunurnar, so at allir sáttmálarnir verða líka.

Ein onnur fyritreyt er, at kommunur seta seg í samband við Fíggjarmálastýrið í góðari tíð, áðrenn farið verður til samráðingar eina aðru ferð, fyri at leggja karmin fyri samráðingunum í fasta legu.

Fíggjarmálastýrið ger annars vartvið, at lønin, sum er ásett í sáttmálanum er hægri enn vanligt hevur verið á økinum. Samstundis heldur stýrið, at tað er óheppið, at dagrøkatar hava frí 1. mai, tí higartil hevur tað ikki verið frídagur á barnansingarøkinum

Fíggjarmálastýrið sigur, at ein orsøk til, at tað skal góðkenna sáttmálarnar, er fyri at tryggja eitt javt, alment lønarlag.