Sluppu væl frá tí

Tey fýra fólkini, sum endaðu í einum ógvuslugum ferðsluóhappi í Hvalvík seinnapartin leygardagin, sluppu merkiliga væl burtur úr tí.
Óhappið hendi tá ið ein betongbilur og ein persónbilur, sum koyrdu ímóti hvørjum øðrum, stoyttu saman.
Løgreglan segði við Kringvarpið í morgun, at persónbilurin kom ov langt í vinstru síðu, men tey vistu ikki hví.
Betongbilurin royndi at snara undan og endin var, at bilarnir stoyttu saman og báðir fóru út av vegnum og koppaðu
Tvey fólk vóru í hvørjum vilin, eitt vaksið fólk og eitt barn, sigur løgreglan.
Tað eina fólkið í persónbilinum mátti skerast leyst og tey vóru síðani øll fýra koyrd í sjúkrabili á Landssjúkrahúsið.
Men tey eru sloppin væl og onkur teirra vórðu longu útskrivað aftur leygarkvøldið, men onkur skuldi liggja nátt á Landssjúkrahúsinum til eygleiðingar.
Í sambandi við óhappið varð neyðugt at stongja vegin í fleiri tímar, tí tað var nógv olja og sement á vegnum, sum mátti reinsast burtur og so skuldi betongbilurin eisini fáast upp aftur.
Úrslitið av tí vóru endaleysar bíðirøðir av bilum báðu megin, men stutt eftir nátturða leygarkvøldið varð opið aftur.
Á www.portal.fo eru fleiri myndir.