Smáar 50 mill. kr. um árið fyri hvørt sambandshøvd á tingi

Men hvat er hin djúpari orsøkin til tess? Ein nevnd við fakfólki eigur at kanna, hvat danir fáa afturfyri.

?Tí er tað eitt, danir eru kendir fyri, so er tað at halda fast upp á kr. og oyru. Men tað er fyri so vítt í lagi. "Sparsomhed er en dyd", sum teir plaga at taka til, og í tí kunnu vit vera samd. Men av somu orsøk undrar tað meg stórliga, at teir í fíggjarligum krepputíðum, har politiska stríðið - bæði frá høgru og vinstru - snýr seg um, at skaffa fígging, so danska vælferðarsamfelagið kann hóra undan nøkur ár aftrat, at tey í hesu støðu gjalda okkum nógvar mill. kr. fyri at fasthalda okkum sum danskir ríkisborgarar. ??Alt ov long tíð gekk, áðrenn vit fingu avdúkað, at refusiónin og seinni blokkurin vóru gjøld fyri, at NATO í loyndum fekk loyvi at nýta okkum sum eyga og harvið sum bumbumál í kalda krígnum. Vit vita nú, at sambandsfólk úr meira enn einum flokki í loyndum góvu loyvi til tess, og at tey bæði direkta og indirekta heystaðu politiskar fyrimunir og harvið fíggjarligan vinning av hesum sviki. Eitt kunnu vit sláa fast, at filantropi var ella er tað so ikki. ??Danski skattamálaráðharrin mátti annars í gjár lata rolexurini, hann hevði fingið í arabisku londunum frá sær til skattavaldið, tí tey kundu korrumpera hansara støðutakan í politiskum málum. ??Hvat við okkara stuðli. Korrumperar hann, ella hvussu???Vónandi fær stuðulin ikki at enda við líknandi avleiðingum ,sum t.d. amerikanski stuðulin fekk í Iran, tað tíð tað var, meðan Shahurin av Persia ráddi fyri borgum, ella avleiðingarnar sum stuðulin til Mubarak fær í løtuni.??Kanska kundi ein nevnd - ella áhugaðir einstaklingar - funnið lykilin og loysnina. Kanska er okkara landafrøðiliga plasering enn týdningarmikil - ella kanska er tað spurningur um olju ella okkurt heilt triðja, ið ger seg galdandi.??Tí eitt er vist: nígandi nikkudukkur er eingin søluvøra.??