Heðin Mortensen
býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð
Fyri at lívgja um umstøðurnar hjá teimum, ið eiga bát og vilja brúka hann, eiga neyðugu útbyggingarnar at verða framdar, so umstøðurnar til hetta eru nøktandi.
Eitt nú eru møguleikar fyri útbyggingum í bæði Kaldbak, Kollafirði, Havn og á Argjum, so hesin tørvur kann verða nøktaður.
Har verandi bátabryggjar eru, kunnu umstøðurnar í fleiri førum bæði víðkast og betrast, og hetta eigur eisini at verða gjørt.
Smábátaeigarar skulu hava møguleika fyri plássi, ið kann fáast fyri eina lagaliga leigu, samstundis sum møguleiki er fyri streymi, vatni og kanska eisini hagreiðingarmøguleikum á staðnum.
Tað eigur ikki at vera ein byrða at eiga ein bát, men ein gleði, so tí vil eg arbeiða fyri at betra hesar umstøður, so øllum skulu verða latnir somu møguleikar!