Smá brúk

Føroya Óðalsfelag er felagið hjá teimum, sum eiga jørð ella á annan hátt sita við smáum jarðarbrúkum. Felagið fer at gera seg galdandi í kjakinum um privatiseringar av landsjørð

 

Føroya Óðalsfelag er felagið hjá teimum, sum eiga jørð ella á annan hátt sita við smáum jarðarbrúkum. Felagið fer at gera seg galdandi í kjakinum um privatiseringar av landsjørð


Tá heystfjøllini verða gingin skriva bløðini javnan um, at bøndurnir siga skurðin verða so og so góðan. Veruleikin er tann, at bøndurnir skera ta minnu helvtina av føroyska skurðinum. Ta størru helvtina eiga óðalsmenn og traðarmenn. Teir smærru festararnar reka festini á sama hátt sum óðalsmenn, afturat aðrari vinnu og í frítíðini. Nógv tann stórsti parturin av jørðini í Føroyum er tí á hondum teirra, sum ikki reka vinnuligan landbúnað burturav.

Veruleikafjart

Bæði matrikullógin og lóg um landsjørð áseta, at jarðarbrúkini skulu leggjast saman. Seinastu álitini um landsjørð mæla til tað sama. Hetta er ein veruleikafjarður dreymur um eina tíð, sum farin er, tá ein hálvmørk kundi forsyrgja einum húski. Veruleikin er tann, at meginparturin av uttangarðsjørðini í Føroyum liggur í felagshagapørtum, ið minna neyvt um partafeløg. Teir verða riknir á tann hátt, at eigararnir býta útreiðslur og ágóða eftir ognarluti. Ein fimmarkarhagi (mørk=16 gyllin) er at meta við eitt partafelag við 80 partabrøvum á eina gyllin hvørt. Fyri ein slíkan haga eins og eitt partafelag er tað umráðandi, at tað ber til lættliga at umseta partabrøvini. Innangarðs kann tó tvera gott at seta ávíst minstamark fyri sølu í tal av fermetrum.


Frí umsetiligheit

Óðalsfelagið fer at arbeiða fyri, at søla av heilum gyllin verður loyvd uttan avmarkingar. Men, sjálvt um óðalsjørðin verður meira umsetilig, so eru framvegis mong smærri kongsfesti í felagshagapørtum. Hesi eiga festararnir at sleppa at keypa fyri eina meting, so tey gerast óðal. Fyri hagapartarnar verður tað ein vanlukka, um smáu festini verða løgd saman. Tí hagapartarnir geva ov lítið av sær til, at nakar kann liva av pengainntøkunum frá teimum, men samstundis er ov nógv arbeiðið til, at nakar klárar at røkja meiri enn nakrar fáar merkur. Oftast er lættari at røkja skyldurnar, jú minni jørð fólk sita við.


Smá brúk og smá pláss

Á smáplássunum flytir fólkið, tí ov lítið av pengainntøku er har, og ov langt til almenn tiltøk á stórplássunum. Men, har aðrir inntøkumøguleikar eru, og samferðslan er tolulig, kann jørðin verða partur av trivnaðinum. Í bygdum sum Oyndarfirði eru tey smáu festini av størri týdningi enn tey stóru, tí sama markatal kann geva 10-15 húskjum trivna og íkast, meðan eitt bóndahúski bert fært eina lága inntøku av hesi somu jørð. Samstundis eru tey, ið vitja bygdirnar at røkja nakrar gyllin har, við til at geva smáplássunum lív og virksemi um summari. Óðalsfelagið fer at virka fyri meiri óðalsjørð, fleiri traðum, smærri brúkum og betri trivnaði ? óðalsmenn eru smáir, men knáir.


Óðalsfundur

Óðalsfelagið fer at halda aðalfund mikudagin 23. mai 2001 kl. 19:00 á búnaðardeplinum í Kollfjarðardali, har millum annað landstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, verður við. Nýggir limir kunnu tekna seg á fundinum. Komandi tíðina fara girokort eisini at liggja frammi á posthúsunum um landið, so áhugaði á tann hátt kunnu tekna seg sum limir.


Stýrið