Fiskivinna
Tað er ikki bara upsin, sum seinastu árini hevur verið nógvur og rættiliga smáur. Sama er eisini við hýsuni, sum nógv vísir seg at vera til av.
Á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari, at eini 60% av hýsuni, sum virkið keypir, er 3?arar. Tað merkir, at 60% av hýsuni hjá skipunum vigar niðanfyri 800 gram. Nakað er eisini av 4?arum, og tað er rættiliga smá hýsa.
Hann sigur, at bert ein lítil partur av veiðini hjá skipunum er stór hýsa.
- Fiskurin er misjavnur til dygdar, nú tað er lýtt í veðrinum, og fiskurin er leysur í kjøtinum.
Sambært fiskimonnum, sigur Jason, at nógv reyðæti er í sjónum, og tað ger eisini, at fiskurin blotnar skjótt, hóast túrarnir ikki eru langir.
Virkisleiðarin sigur, at fiskurin í hýsuni hjá línubátunum er betur enn hjá trolarunum, tí trolararnir tóga leingi, meðan ein og ein hýsa kemur inn um lúnningin hjá línubátunum.
- Hinvegin er hýsan hjá trolarunum sum heild feitari enn hjá línubátunum, sigur Jason Johannesen at enda.
Loynidómar
Upsin hevur leingi verið smáur, men nógv hevur verið til av honum.
Nú er so tað sama galdandi við hýsuni, sum eisini vísir seg at vera nógv til av.
Fiskifrøðingar halda, at smái upsin er eitt tekin um, at royndin er ov stór. Fiskurin sleppur ikki at veksa, áðrenn hann verður tikin.
Fiskimenn halda hinvegin, at toskurin er so illa fyri í løtuni, tí upsin hevur yvirtikið landgrunnin.
Spurningurin er so, um hýsan er so smáfallandi, tí royndin eftir henni eisini er ov stór.
Náttúran goymir sínar loynidómar, og tað kann vera torført at vera fiskifrøðingur, tá ið náttúran ikki háttar sær eftir "bókini".
Tað ger hon minni enn so altíð?