Í dag eru fimm partrolarapør til fiskiskap. Eitt par kemur inn at landa mánadagin, og onkur pør koma væntandi eisini seinni í vikuni. Skipini hava smáligan fiskiskap.
Eingin djúpvatnstrolari er á ísfiskaveiði í løtuni, og allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju. Trolbátarnir fara væntandi út aftur, tá teir meta, at líkindini eru til tess.
- Væntandi kemur eitt garnaskip inn at landa mánadagin, og so koma væntandi trý onnur garnaskip seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá garnaskipum er brúkiligur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Fríggjadagurin er vanliga dagurin, tá tey gera sínar metingar um, hvussu tilfeingið fer at roynast í vikuni eftir.