Sjónvarpið var ikki við, tá ið Mary Mary krúnprinsessa og Fríðrikur krúnprinsur vitjaðu á Viðareiði fyrrapartin mikudagin, og bygdaráðsformaðurin á Viðareiði sigur, at fólk á Viðareiði eru vónbrotin av hesum.
? Vit høvdu roknað við, at vit fóru at síggja okkurt aftur í føroyska sjónvarpinum, men Sjónvarpið var als ikki til staðar. Fólk í bygdini eru øgiliga skuffað av tí ? og serliga børnini, sigur Árni Absalonsen.
Noyddust at velja
Sjónvarpið hevur havt umfatandi dekning av kongligu vitjanin í Føroyum, men Sjónvarpið var ikki krúnprinsaparinum á Viðareiði.
? Skráin hjá teimum kongligu er so hektisk, at vit í nøkrum førum verða vit noydd at velja, hvat vit kunnu taka upp. Í Norðoyggjum fóru tey kongligu í hvør sín ætt, og har kláraðu vit heilt einfalt ikki at dekka alt, sigur Ivan Niclasen, leiðari fyri mentanardeildina í Sjónvarpinum.
? Eg skilji væl, at fólk á Viðareiði eru skuffað av, at tey vóru við sviðusoð, men vit royna nú at fáa hendur á upptøkum frá teimum donsku sjónvarpsstøðunum, sum vóru á Viðareiði, sigur Ivan Niclasen.
Bæði DR og TV2 høvdu fólk á Viðareiði, og onkrar myndir av Viðareiði hava verið at sæð í donskum sjónvarpi.