Kári P. Højgaard, løgtingslimur fyri Sjálvstýri, hevur spurt løgmann, um tað er rætt, at tað ikki er nakað minstamark longur fyri, hvussu lítil rúsevnismál skulu fyri rættin. Áður vóru smærri rúsevnismál avgreidd við bót, men seinastu tíðina eru øll rúsevnismál, líkamikið hvussu stóra nøgd av rúsevnum talan er um, endað í rættinum.
Løgmaður hevur spurt seg fyri hjá fútanum, hvussu støðan er á økinum, og fútin svarar, at ein broyting í viðtøku í 2014, sum hevur skapt broytingina í praksis í Føroyum eisini.
Fútin sigur, at í gomlu skipanini var ein grein sum segði, at smá rúsevnismál kundu viðgerast sum politimál og tí avgreiðast við bót. Broytingin í 2014 ger, at øll rúsevnismál nú skulu viðgerast sum statsákærumál, og tá er ikki møguligt at geva bøtur.
Fútin sigur tó, at í nýggju rættargangslógini fyri Føroyar, verður skilnaðurin millum politimál og statsákærumál strikaður, og tá verður aftur gjørligt at avgreiða nøkur av minni málunum við bót.
Revsiramman fyri brot á rúsevnislógina er tvey ára fongsulsrevsing.
Løgmaður svarar annars Kára P. Højgaard, at ongar ætlanir eru um broytingar á økinum, annað enn at arbeiði við eini nýggjari rættargangslóg er byrjað og at lógin um rúsandi evni møguliga verður dagførd.