Tað sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.??
– Smæran - Ven og Virka – er venjingarhøli hjá Klaksvíkar kommunu og Nærverkinum, sum er innrættað í hølunum undir Sambýlinum á Heygnum. Smæran liggur við Kjalarveg 48.??
Sagt verður, at økisterapeutarnir brúka hølini til tey, sum eru brúkarar av Heimatænastuni í Norðoyggjum, meðan Klaksvíkar Kvøldskúli brúkar hølini til venjing av pensionistum úr 67 árum og eldri, og her er eftirspurningurin sera stórur.??
– Endamálið við tiltøkunum í Smæruni er, at eldri borgarar kunnu betra ella varðveita møguleikarnar fyri at liva eitt so virkið og sjálvstøðugt lív, sum gjørligt, eins og endamálið er at fremja góða heilsustøðu og at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni.??
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu verður sagt, at Smæran – Ven og Virka - longu er ein sólskinssøga, hóast hon ikki enn hevur fylt ár.