Toskur 3 hevur framvegis væl betri prís enn dýrasta hýsan. Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 400 tons av fiski fyri stívliga 4,8 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 12,16 krónur fyri kilo.
Nógv tær størstu nøgdirnar vóru toskur, umleið 160 tons tilsamans.
Tað er serliga hin smái toskurin, toskur 3 og toskur 4, sum nógv er av, ávikavist 54 og 56 tons.
Miðlaprísurin fyri tosk 3 var 15,86 krónur fyri kilo, og miðalprísurin fyri tosk 4 var 11,60.
Eini 90 tons vórðu eisini seld av hýsu, og her vóru størstu nøgdirnar av hýsu 2, góð 47 tons, sum fóru fyri miðalprísin 11,24 krónur fyri kilo.
Besta hýsan fekk miðalprísin 13,71.
Sølutølini vísa, at toskur 3 í løtuni hevur munandi betri prís enn dýrasta hýsan.
Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár eisini 75 tons av longu og góð 50 tons av brosmu.
Bestu miðalprísirnir her vóru fyri longu 12,71 og fyri brosmu 7,93 krónur fyri kilo.