Tey, sum sóu sendingina hjá DR Sexministeriet mikukvøldið, vóru helst nakað ovfarin av, at ein av vertunum smakkaði sítt egna sáð í sendingini.
Sexministeriet er ein sera frí og frek sending, sum kjakast um sex, og upplýsir um alt hugsandi og óhugsandi innanfyri seksuella heimin, og hetta verður altíð gjørt á ein skemtiligan hátt.
Men mikukvøldið vóru tað mong, sum hildu, at sendingin fór ov langt í sínari roynd at upplýsa og læra hyggjaran um sex.
Hesaferð var tað eitt innslag, sum Jacob Hinchely gjørdi í sendingini. Hann skuldi greiða frá hvussu menn kunnu fáa sítt sáð til at smakka betur. Sama dagin hevði hann roynt tey góðu ráðini um hvussu ein ger hetta, og tí tók hann eina skál fram, og smakkaði til sítt egna sáð, fyri síðani at staðfesta, at tað smakkaði fínt.
Hetta hevur fingið nakrir danskir miðlar at ivast í public service virðinum av einum slíkum innslagið. Men við BT sigur Kasper Tøstesen, redaktørur í DR Ung, at hann heldur innslagið var heilt í lagið.
Hann heldur, at sendingin upplýsir fólk um sex, og at tað er í lagið, at hetta verður gjørt á ein øðrvísi og stuttligan hátt.
Á BT hava 1100 fólk atkvøtt um júst hesa sending. Har skulu tey siga hvat tey halda um, at verturin smakkaði sítt egna sáð, og har siga 64 prosent, at tað er heilt í lagið, 27 prosent halda ikki tað er í lagið, meðan 9 prosent siga seg ikki vita