Smakkar av summarsól í Suðurlondum

Hon brúkar ongantíð uppskrift og kundi ikki funnið upp á at pyntað matin. Kortini er hon ein av best umtóktu kokkunum í landinum. Oddvør Skarðhamar um rák, rávørur og rabarbukøku

Obligatoriski spurningurin til fólk, sum hava verið í veitslu, er: Hvør gjørdi matin? Ofta gevur svarið seg sjálvt, nevniliga Oddvør Skarðhamar. Og tá vita vit, at maturin var hvørki meiri ella minni enn ein listalig uppliving. Antin talan er um rundan føðingardag, móttøku, brúdleyp ella konfirmatión, verður kokkurin, ella sum vit róptu tað fyrr, kókikonan, Oddvør Skarðhamar boðsend at forkela gestirnar.

- Alt mítt lív er matur – frá morgni til myrkurs, sigur Oddvør Skarðhamar brosandi, meðan hon setir eina vakra skál av frískum jarðberum á spísiborðið í stovuni úti við Velbastaðvegin í Havn. Vit hava beint áðrenn verið rundtúr í kjallaranum, sum er umbygdur til virksemið hjá fyritøkuni Oddvør Sp/f við stórum ídnaðarkøki og fleiri goymslum til mat, klæði og serveringsútgerð.


Vil folda meg út

Ongin ivi er um, at hon hevur sín egna stíl og nøkur loynilig fiff, sum gera hana so eftirspurda. Maturin hevur altíð ein serliga góðan, ein kundi sagt loyndarfullan smakk, sum ikki fæst aðrastaðni. Eisini er hann eyðkendur av tí nýggjasta innan rávørur, borðreiðing og tíðarráki. Tí hevur hon so nógvar yngri kundar, sum vilja royna nakað annað enn tað vanliga.

- Mær dámar væl at royna nakað nýtt og øðrvísi, og at seta eina matskrá saman, sum tekur støðið í høvinum, høvuðspersóninum og gestunum. Eg havi onga fasta matskrá ella heimasíðu, men lagi eina matskrá til hvørt høvið, við at práta við fólk áðrenn, sigur Oddvør Skarðhamar, sum dámar best at hava leysar teymar, tá ið hon skal í køkin fyri fólk.

- Tað er vorðið alt meira vanligt at halda stóran 40 ára føðingardag, og tá ber væl til at vera kreativ – annars høvdu tey nokk ikki biðið meg, sigur Oddvør Skarðhamar. Hon heldur tað vera sera stuttligt at matgera til móttøkur, tí, sum hon sigur:

- Tá sleppi eg ordiliga at folda meg út.


Sansandi Suðurlond

Á einum sjálvtøkuborði frá Oddvør Skarðhamar eru altíð nógvir litir og grønmeti – salat, tertur og pastarættir. Men breyðini eru kortini tey, sum hon er serliga kend fyri. Altíð nýbakað, og smakka sum summarsól í Suðurlondum. Og sum við øllum matinum, sum Oddvør Skarðhamar leggur navn og umdømi til, kundi hon ikki droymt um at fylgt einari ávísari uppskrift. Men, at hon lesur nógv um mat, avdúkar stóra bókahillin við kókibókum, sum stendur í køkinum. Eisini keypir hon øll vikubløðini, umframt tey fínaru matbløðini.

- Eg skimmi tey ígjøgnum og fái íblástur frá myndunum, sigur hon. Íblástur fær hon eisini úr øðrum londum. Í hesum sambandi fegnast hon um, at føroyingar eru so dugnaligir at taka til sín slíkt, sum teir hava roynt aðrastaðni. Til dømis skuldu øll hava turkiskt herfyri, og humus var at finna á hvørjum borði. Italia er eisini sera vælumtókt.

- Eg haldi at føroyingar eru sum italienarar, bæði í sinni og skinni – eisini eg sjálv, sigur hon og flennir, meðan hon greiðir frá um turkaða og saltaða matin, sum minnir nógv um føroyska køkin.

- Hann er heldur ikki so øðrvísi, at øll ikki fáa verið við. Og her meini eg ikki við pizza og pasta, men um salat, turkaðar pylsur, skinkur, sólturkaðar tomatir og breyðini, sum eru sera vælumtókt.

Eitt annað, sum Oddvør Skarðhamar leggur dent á, og sum stavar frá Suðurlondum, er, at maturin skal taka seg væl út. Men hon pyntar hann ongantíð.

- Nei tú, onki við at standa og skera tomatirnar í rósur ella agurkur í snyrlar. Maturin skal vera reellur, átuligur og leskiligur í sær sjálvum, sigur hon.


Kunnu skaffa alt

At hava atgongd til fjølbroyttar og frískar rávørur er lívsgrundarlagið hjá einum seriøsum kokki. Pulvur og dósaopnarar verða blakaðir fyri borð sum tað fyrsta, meðan smakkir, sum stimbra allar sansir, verða settir inn í staðin.

Oddvør Skarðhamar heldur, at atgongdin til rávørur er batnað nógv síðstu átta árini, soleiðis at tað í dag ber til at fáa so gott sum allar rávørur til landið.

- Eg havi nakrar fastar útvegarar av vørum, og eg haldi ikki, tað er komið fyri, at teir hava meldað pass, sigur hon.

Í sambandi við rávørurnar hevur Oddvør Skarðhamar eitt hjartasuff. Nevniliga at farmur bert kemur til landið mánadag og týsdag, meðan flestu tiltøkini eru um vikuskiftið.

- Nógv fær tíð at spillast, áðrenn tað verður brúkt, tí vit mugu alla tíðina sálda frá. Serliga frukt og grønmeti, sum eg brúki nógv av, sigur Oddvør Skarðhamar, sum kundi hugsað sær, at skipini heldur komu til landið hósdag.


Fleiri fyrimyndir

Tað er altíð ein roynd at matgera fyri fólki, sum duga væl at gera mat. Men tað ber væl til at imponera Oddvør Skarðhamar í køkinum. Spurd, um hon kennir onkran føroying, sum eisini dugir ordiliga væl at matgera, nevnir hon trý fólk.

- Óluvá Skaale dugir ómetaliga væl at gera føroyskan mat, meðan ein maður sum Leif Sørensen avgjørt er meistari innan fínari matgerð. Og so var mamma mín eisini ein fantastiskur kokkur, sigur hon. Av útlendskum fyrimyndum nevnir hon bretsku Nigella Lawson, mathøvund og sjónvarpskokk frá BBC, tí hon hevur bæði drive og dirvi, tá hon stákast í køkinum.

- Hon er virkuliga góð. Torir at royna seg fram, taka ordiliga fatt og at smakka uppá, so alt sær so átuligt út. Eisini borðreiðir hon matin á ein hátt, so hann tekur seg væl út, við lekrum litum og íløtum.

Ofta hevur Oddvør Skarðhamar fleiri tiltøk sama kvøld. Men hetta stressar hana ikki.

- Skalt tú gera mat til nógv fólk, er fremsta fortreytin, at tú leggur alt til rættis í góðari tíð. Annars ber onki til, sigur Oddvør Skarðhamar. Tí er millum lítið og onki spill í matgerðini, tá alt er væl ætlað.

- Tað loysir seg ofta betur at biðja ein professionellan um at gera mat, enn at fara í gongd sjálv. Fólk forkeypa seg lættliga fyri at vera heilt sikkur, sigur hon.


Út við brúnu sósini

Sum vera man líkar Oddvør Skarðhamar onki brúnu sósina, sum er ein sjálvfylgja við eitthvørt hampa borðhald her á landi.

- Eg má viðganga, at brúna sósin, sum skal vera so tjúkk, at hon fjalir eplini, ikki sigur mær so nógv, sigur Oddvør Skarðhamar, sum sjálvandi eisini ger eina góða brúna sós, verður hon biðin.

- Hon er næstan ein sjálvfylgja til føðingardagar 50 +, konfirmatiónir, brúdleyp og silvurbrúdleyp. Tá fellir stokt lambskjøt við brúnari sovs og stoktum eplum altíð í góða jørð, sigur hon, og leggur afturat:

- Eisini skulu vit vera varin við reyðum kjøti til eldri føroyingar.

Samrøðan er at enda komin. Eitt selskap úti í býnum skal hava mat bornan út, og maður Oddvør, sum eisini arbeiðir í fyritøkuni burturav, er longu farin undir fyrireikingarnar. Á vegnum út, fær hon kortini stundir at fortelja eina fitta søgu um seinastu drotningarvitjanina:

- Eg fekk til uppgávu at gera ein betri bita til tey kongaligu vesturi í Vágum. Aftaná máltíðina vóru útlendsku gestirnir ovurfegnir, meðan føroysku vertirnir vóru eitt sindur vónbrotnir, tí eg ‘bara’ borðreiddi við kókaðum kalva og rabarbukøku!


--


Besta køksamboðið:

Salatslyngan!

- Ein vát salat er ein steindeyð salat! Sitat: Oddvør Skarðhamar


--


Bestu rávørurnar:


Hvítleykur

Rómi

Smør

Sitrón


--


Besta kryddið: Basilikum


--