Á Facebook-síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - spyr lesari, nær gamal náti er bestur. Viðmerkjarar eru ymiskir á máli, men flestu tykjast halda, at gamal náti er góður og smakkar væl alt árið.
- Náti er góður alt árið, men hann er bestur tíðliga um várið, sigur ein viðmerkjari. Ein annar sigur, at fuglurin er bestur frá miðjan januar til endan av mars.
In.fo kann leggja aftrat, at í bygdum og oyggjum, har menn enn taka nátaegg, er vanligt at fara í bakkan umleið 20. mai, tí tá verður mett, at fuglurin hevur vorpið.
Gamal náti er, sum viðmerkjarar á Facebook-síðuni siga, góður døgurðamatur, men skal fuglurin gagnast væl, er neyðugt, at hann verður kókaður leingi, helst einar 2-3 tímar.