Eager2pleasE er best kendur sum dansibólkur og telist millum frægastu av slagnum í Føroyum. Men seinastu mánaðirnar hevur bólkurin ikki verið serliga virkin sum dansibólkur. Sambært Rana Christiansen trummuleikara kemst hetta fyrst og fremst av, at orkan er nýtt í upptøkuhølunum. Saman við ljóðsnillinginum Jón McBirnie hevur Eager2pleasE arbeitt við fyrstu fløguni hjá bólkinum. Jón eigur sum framleiðari stóran part í arbeiðinum at leggja tónleikin til rættis. Bólkurin sigur á myspace síðu síni, at samstarvið við Jón hevur virkað sera væl.
Upptøkurnar eru sambært Rana Christiansen komnar umleið í helvt, so enn er nakað væl á mál. Á myspace síðuni hjá Eager2pleasE, myspace.com/egr2plz gevur bólkurin eina smaksroynd av tí, sum higartil er tikið upp. Talan er um tvey løg Broken og The Bitch Is In Heat. Hetta eru ikki liðug ljóðbland, men ráðar upptøkur, m.a. manglar hammond orgulið hjá Jóhan Petur Andreassen. Harumframt skulu røddirnar spælast inn av nýggjum.
Tað er sologittarleikarin Bjarti Dalheim, ið hevur skrivað lagið Broken, meðan sangarin og rútmugittarleikarin Dagfinn Joensen. eigur lagið The Bitch Is In Heat. Væntandi fer bólkurin eftir nýggjár í upptøkuhølið aftur, at leggja síðstu hond á tey løgini, ið eru tikin upp.