- Flestu partrolarar fiska í løtuni upsa, og teir koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, men skipini fáa nakað av toski sum hjáveiði.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru til fiskiskap. Tveir fiska upsa, og ein fiskar svartkalva.
- Teir, sum fiska upsa, koma møguliga inn at landa síðst í vikuni sum kemur, men tann eini landar helst miðskeiðis í vikuni.
Fríggjadagin, tá tey á Fiskamarknaði gjørdu sínar metingar, var bara ein trolbátur til fiskiskap, men væntandi fara fleiri útaftur, nú veðrið batnar.
- Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiðu og eitt fiskar havtasku. Tey, sum fiska svartkalva, landa síðst í vikuni og skipið, sum fiskar havtasku, selur veiðina beinleiðis.
Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin eftir svartkalva og havtasku er smáligur.