Smálig upsaveiða hjá trolarum

Enn hevur upsaveiðan hjá ísfiskatrolarunum ikki roynst nakað serligt í heyst.

Hóast flestu partrolarar nýliga eru byrjaðir nýggjan túr, væntar Fiskamarknaður Føroya kortini, at eini 3-4 pør - ella seks til átta skip - koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Hyggja vit eftir djúpvatnstrolarunum, roynir ein vestan fyri, og tveir fiska sunnanfyri. 

 

- Skipini fáa mest av svartkalva, blálongu, kongafiski og upsa.

 

Lagt verður aftrat, at møguliga landar onkur djúpvatnstrolari síðst í næstu viku, men annars verður ikki roknað við, at fleiri skip helst koma inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Framvegis liggja fleiri djúpvatnstrolarar.

 

- Bara ein trolbátur er byrjaður fiskiskap, og væntandi fara hinir út í næstum.

 

Fiskamarknaður Føroya væntar, at trolbátarnir helst fara at royna eftir havtasku, og møguliga landar onkur síðst í vikuni sum kemur.