Smáligt er við snellu norðanfyri

Eftir veðurforsøgn og streymviðurskiftum at døma verður helst onkur útróðrardagur í næstu viku.

Tvey línuskip eru í Íslandi og landa helst síðst í næstu viku. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu.

 

- Tvey línuskip fiska brosmu og longu undir Føroyum og koma helst eisini inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at nøkur línuskip eisini fiska tosk og hýsu undir Føroyum. Tey landa helst fyrst í vikuni.

 

Línuskipini Kambur, Klakkur og Váðasteinur eru á Flemish Kap.

 

- Eftir veðurforsøgnini og streymviðurskiftunum at døma, verður helst onkur útróðrardagur í næstu viku.

 

Fiskamarknaður Føroya sigur, at bátarnir við línu fáa so at siga bara tosk og hýsu.

 

- Enn hevur tað verið smáligt hjá bátunum við snellu, leggur marknaðurin aftrat.