Smápláss og útoyggjar stimbrast

- Tey, sum búgva á smáplássum og útoyggj, skulu hava atgongd at brúka jørð og lunnindi.

Samgongan, sum nú hevur lagt samgonguskjal og fylgiskjal til samgonguskjalið fram, ynskir at føra ein virknan politikk fyri at varðveita og stimbra lív og virksemi á smáplássum og útoyggjum.

 

- Verandi orkuveiting á útoyggj verður dagførd, og hon skal í størst møguligan mun brúka grønari orku. Oyggjarnar verða royndarøki fyri grøna orku.

 

Tryggjast skal, siga teir tríggir flokkarnir - Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn - at tey, sum búgva á smáplássum og útoyggj, hava atgongd at brúka jørð og lunnindi.

 

- Arbeiðast skal fyri at skipa spennandi arbeiðspláss í útjaðara og á útoygg, og stuðlað verður undir granskingartiltøk, søvn, íverksetan o.a. á smáplássum, verður lagt aftrat.