Smartur og framkomin Tucson

Tucson verður marknaðarførdur sum ein væl útgjørdur kvalitetsbilur til kappingarførar prísir, og bilurin kann síggjast og roynast hjá Waag.

 

 

Í samband við, at Waag nú umboðar Hyundai í Føroyum, eru fleiri nýggir bilar komnir til landið. Størsta nýggjheitin er Hyundai Tucson, sum er ein sera framkomin bilur við nýggja designstílinum hjá Hyundai. Hyundai Tucson er nakað heilt serligt, bæði hvat desigini, komforti og koyrieginleikum viðvíkur. 

Nýggi bilurin er størri og nógv meira framkomin enn forgangarin. Bert við at hyggja at bilinum uttan og innan, leggur tú til merkis, at talan er um ein heilt serligan bil. Koyrieginleikarnir eru góðir og tryggir. Kabinan er innbjóðandi og merkt av góðum kvaliteti, samstundis sum beinplássið er gott framman og aftan.

Hyundai Tucson er ein rúmligur 5-persóna SUV við viðførisrúmi á heilar 580 litrar.

Bilurin fæst sum bensin, diesel og mild hybrid bilur, og seinni kemur eisini ein plug-in hybrid. Motorarnir eru nýggir og lúka strangasta Euro normin fyri Co2 útlát.

Frá Hyundai verður sagt, at Tucson skal marknaðarførast, sum ein væl útgjørdur kvalitetsbilur til kappingarførar prísir. Málið hjá Hyundai er at hava so nógvar ymiskar bilar, sum kunnu kappast í øllum flokkum.

##med2##

 

Trygdin er standard

Sum standard hevur bilurin eitt nú sjey airbag, vognbana-assistent við eCall og sjálvvirkandi neyðbremsu, sum tekur atlit til fótgangarar og tey á súkklu, umframt at bilurin hevur ein hóp av innbygdum trygdarskipanum. 

Bilurin er so framkomin, at hann hevur eitt ótal av samanbindingarmøguleikum, og til ber at brúka Apple CarPlay™ og Android Auto™. Við tí stóra 10.25" touch-skíggjanum, fæst atgongd til Bluelink, har til ber at stýra teimum ymisku funktiónunum í bilinum.

Instrumentborðið er talgilt, og møguleiki er fyri fleiri komfortfunktiónum sum eitt nú klimaanleggi við trimum sonum, har tey á baksetrinum eisini kunnu stýra hitanum.

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Waag við Hoyvíksvegin í Havn, og leggjast kann aftrat, at Hyundai hevur fimm ára garanti - uttan nakað mark fyri kilometratali.

##med3##

##med4##