Smáu útróðrarbátarnir skulu framvegis hava fiskidagar

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, ætlar ikki at taka smáu útróðrarbátarnar úr fiskidagaskipanini.

Tað svarar hann Sámali Peturi í Grund, løgtingsmanni, sum í einum § 52a-fyrispurningi hevur spurt, um ásetingarnar um fiskidagar fyri bólk 5 eiga at verða strikaðar.

 

Sámal Petur í Grund vísir á, at smáu útróðrarbátarnir longu eru nógv avmarkaðir av veðri og streymi og spyr, um tað er fakliga og vinnuliga rímiligt at leggja teir undir somu fiskidagaskipan sum størri skip. Hann spyr eisini, um nakrar kanningar eru gjørdar av avleiðingunum, um bátarnir vórðu tiknir úr skipanini.

 

Landsstýrismaðurin svarar, at útróður hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, men samstundis vísir hann á, at bólkur 5 í góðum fiskiárum stendur fyri einum stórum parti av samlaðu toskaveiðuni undir Føroyum.

 

– Fyri at tryggja eina skynsama og varandi gagnnýtslu av sjófeinginum og verju av ungfiskinum má umsitingin fevna um allar partar av fiskiflotanum, eisini bólk 5, skrivar Bárður á Steig Nielsen.

 

Sambært svarinum avreiddi bólkur 5 umleið 8.500 tons av toski í fiskiárinum 2002/2003, svarandi til 25 prosent av allari toskaveiðuni undir Føroyum. Í 2019 vóru avreiðingarnar 7.352 tons, ella 36 prosent av samlaðu toskaveiðuni, og í 2025 vóru tær 3.610 tons, svarandi til ein triðing av samlaðu avreiðingini av toski úr føroyskum sjógvi.

 

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at bátarnir í bólki 5 sambært veiðiskrásetingum fáa meira smáfisk enn størri fiskifør, og at hetta er ein orsøk til, at fiskiskapurin eigur at verða stýrdur.

 

Samtíðis viðgongur hann, at ongar kanningar eru gjørdar av, hvørjar avleiðingarnar høvdu verið fyri fiskastovnarnar og heildarveiðuna, um bólkur 5 varð tikin úr fiskidagaskipanini.

 

Hóast hann ikki ætlar at strika skipanina, upplýsir landsstýrismaðurin, at ein eftirmeting av fiskidagaskipanini fyri bólk 5 er í gongd. Endamálið er at finna eina skipan, sum betri tryggjar teimum, ið liva av útróðri, hóskandi tal av fiskidøgum, samstundis sum hon verjir smáfiskin og tryggjar burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum.

 

Nú fiskiskapurin hevur verið góður, boðar Bárður á Steig Nielsen eisini frá, at ætlanin er at lata bólki 5 fleiri fiskidagar longu í inniverandi ári.