Høli og list
Og tey eru mong, sum ár um dag hava víst fram verk síni fyri ikki at siga lívsverk síni í hesi gomlu, søguligu og hugnaligu smiðjuni.Og fyri Høgna Larsen, listamann kemur júst Smiðjan sera væl við og eisini til sín rætt. At vísa fram akvarellmálningar av mongu gomlu gøtunum í Havnini t.d. Konradsbrekkuna í sjálvum hjartanum í gomlu Havnini skuldi passa sum fótur í hosu. Og Høgni hevur bara gott at bera hesum frálíka framsýningarhølinum við sínum serstøku og dámligu hvítkálkaðu grótveggjum. Ja í sær sjálvum er Smiðjan eitt listaverk. Hon er júst málað innan, gólvið er ferniserað og er hon sum nýggj. ?Tað er ein sonn uppliving at kunna sita her í Smiðjuni og saman við havnafólki tosa um Havnina og tær gomlu gøturnar. Tað snýr seg ikki bert um list. Tað er so sanniliga eisini søga. Øll hava okkurt uppá hjartað og kenna seg aftur í málningunum. Hetta er jú teirra heimliga umhvørvi sigur listamálarin, sum eisini heldur Havnina vera eitt frálíkan pall á arbeiða á hjá einum listamanni. Framsýningin er opin leygardagin og sunnudagin aftrat frá kl. 14 til 19.